Eitt russiskt ferðamannaflogfar við 15 fólkum umborð er dottið niður í Sibir. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at øll 15 høvdu latið lív, men seinni søgdu myndugleikarnir í Moskva, at sjey fólk eru deyð, men at hini átta eru sloppin frá vanlukkuni á lívi.
Flogfarið var á veg úr Krasnojarsk til Igarka, men datt niður, beint áðrenn tað skuldi seta seg í Igarka.
Flogfarið var av slagnum AN-24 og gjørt í Ukraina, skrivar Reuters. Tað er ikki greitt, hví tað datt niður.










