Útlendskir miðlar skriva í dag við ukrainskum myndugleikum sum keldu, at russiskar rakettir og kúlur hava rakt økir kring ánna, Dnepr, sum liggur nærindis nógv umrødda kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja.
Býirnir, Nikopol og Marhanets, har ukrainar hava valdið, liggja umleið tíggju kilometrar frá kjarnorkuverkinum, og hesir eru í dag álopnir av russum, sigur guvernørurin í Dnipropetrovsk, Valentyn Reznitjenko.
Ukrainskir myndugleikar siga, at russisku álopini sunnunáttina gjørdu, at partar av býnum, Nikopol, mistu streymin, og í býnum Marhanets vórðu fleiri íbúðarhús løgd í oyði.
Í býnum Zaporizjzja, sum liggur umleið 40 kilometrar frá kjarnorkuverkinum, vórðu tvey fólk særd í russisku álopunum.
Í russiska verjumálaráðnum siga tey sambært russisku tíðindastovuni Interfax, at ukrainskar deildir hava skotið ímóti økinum kring Zaporizjzja seinasta samdøgrið.
Eingir av hesum upplýsingum eru váttaðir av óheftum keldum.
Guvernørurin í Donetsk, Pavlo Kyrylenko, sigur, at har eysturi í Ukraina í týdningarmiklu býunum, Kramatorsk og Slavjansk, hava lopið eisini framt álop.