Russiskir fimmburðar í Bretlandi

Ein 29 ára gomul russisk kvinna hevur fingið fimmburðar á einum bretskum sjúkrahúsi

Heima í Russlandi vildu læknarnir hava kvinuna at taka í hvussu er nøkur av fostrunum. Men kvinnan segði nei, og við hjálp frá góðum vinfólki og múgvandi russum eydnaðist tað henni at sleppa á eitt sjúkrahús í Bretlandi.

 

Í gjár átti fekk kvinnan fimm døtur, sum vórðu tiknar við keisaraskurði. Genturnar vigaðu millum 811 og 963 gram, tá teir komu í verðina, men læknarnir á John Radcliffe-sjúkrahúsinum í Oxford siga, at genturnar hava tað gott.

 

-Alt gongur, sum tað skal. Genturnar eru í menning, og mamman er um at koma fyri seg, segði talskvinnan hjá sjúkrahúsinum við The Times.

 

Tað er ikki so óvanligt, at kvinnur fáa fimmburðar, men sjáldan liva allir leingi, skrivar Reuters. Harafturat kann tað vera vandamikið fyri eina kvinnu at ganga við fimmburðum, men tann russiska kvinnan vildi ikki hava fosturtøku.