Rakettverjuætlanin hjá USA fekk russar at menna nýggjar rakettir, sum kunnu sleppa ígjøgnum verjuna. Tær fyrstu eru nú royndar.
-Frá hesum degi hevur Russland nýggjar rakettir, sum kunnu fara ígjøgnum allar verandi og komandi verjuskipanir. So russar kunnu kenna seg tryggar, hvat viðvíkur verju og tryugd, sigur Sergej Ivanov, uttanríkisráðharri, við tíðindastovuna Interfax.
Interfax og aðrar russiskar tíðindastovur greiddu í gjár frá, at russiska verjan hevði roynt nakrar nýggjar rakettir við góðum úrsliti. Millum annað hevði verjan roynt eina langtberandi rakett, sum kann hava fleiri kjarnorkuløðingar. Rakettin varð skotin út á einari støð í Plesetsk í útnyrðingspartinum av Russlandi, og hon rakti tað ætlaða málið á Kamtjatka-nesinum 5.500 kilometrar longri eysturi.
Russiskir leiðarar hava í seinastuni funnist hvassliga at USA, tí landið ætlar at seta rakettir upp í Póllandi og Kekkia sum lið í teirri ætlaðu rakettverjuætlanini. Russar hava sagt, at amerikanska ætlanin elvir til nýggja vápnakappdubbing, og at Russland fer ikki at sita hendur í favn.
Russiski vápnaserfrøðingurin Aleksandr Pikajev sigur við vesturlendskar fjølmiðlar, at tær nýggju russisku rakettirnar eru uttan iva betri førar fyri at sleppa ígjøgnum ymsar verjuskipanir enn tær gomlu rakettirnar. Pikajev sigur, at Russland hevur ikki havt annað í at velja enn at menna eina nýggja langtberandi rakett við fleiri spreingiløðingum, eftir at USA ógildaði ta gomlu avdubbingaravtaluna við Sovjetsamveldið fyri fimm árum síðani.