Ovasti leiðarin í ukrainsku verjuni, Valerij Zaluzjnyj, sigur í morgun, at tvær russiskar rakettir, sum vórðu skotnar móti Ukraina, ferðaðust yvir loftrúminum í Moldova fyrrapartin í dag.
Talan var um tvær sonevndar Kalibr-rakettir.
Valerij Zaluzjnyj sigur á Telegram, at russisku rakettirnar eisini vóru í loftrúminum yvir Rumenia í nakrar minuttir, og her verður víst á, at Rumenia er limur í verjusamgonguni, Nato.
Lagt verður aftrat, at rakettirnar flugu inn aftur í ukrainskt loftrúm eftir stuttari tíð.
Sambært Reuters sigur rumenska verjan, at tað fyribils ikki er váttað, at russisku rakettirnar vóru í rumenskum loftrúmi í morgun.
Dagføring:
Sambært útlendskum miðlum hevur Rumenia nú avsannað, at russiskar rakettir hava verið í rumenskum loftrúmi í morgun. Sagt verður, at rakettin var 35 kilometrar í ein landnyrðing úr rumenskum øki.
Hinvegin siga myndugleikarnir í Moldova, at russar í morgun hava gjørt seg inn á loftrúmið hjá landinum, og tískil hevur Moldova biðið russiska sendimannin um eina frágreiðing.
- Vit fylgja væl við gongdini og fordøma russisku atgerðirnar, sigur verjumálaráðið í Moldova.
Í Rumenia sigur verjumálaráðið, at tey høvdu tvey Nato jagaraflogfør klár at byrgja upp fyri russisku rakettini, sum í morgun nærkaðist rumenskum loftrúmi.
Financial Times veit frá rumenska verjumálaráðnum at siga, at rakettin var ongantíð nærri enn 35 kilometrar úr rumenskum øki. Hinvegin fleyg rakettin yvir loftrúminum hjá Moldova.











