Russiskar kvinnur drekka verri

Seinastu árini er talið á russiskum kvinnum, sum drekka, meiri enn gott er, vaksið nógv, siga læknar og onnur, sum kenna trupulleikarnar. Samstundis vísir tað seg, at tær flestu drekka í loyndum.

Alexej Magalif, sum er leiðari á einari avrúsingarstøð í Moskva, sigur, at bæði múgvandi og fátækar kvinnur drekka meiri øl, vín og brennivín nú, enn vanligt var fyri bert fáum árum síðani. Tað hevur eisini víst seg, at nógvar kvinnur, sum fáa ringa viðferð við hús, velja sær rúsdrekka til stimbur, sigur hann.

Russisku serfrøðingarnir siga, at eisini nógvar ungar kvinnur gera ov nógv við tað váta slagið. Tað hevur gjørt, at fleiri felagsskapir hava mótmælt einari ætlan um, at bryggjaríini skulu fáa loyvi til sølufremjandi tiltøk, sum eru beinleiðis ætlað teimum ungu í Russlandi.