– Orsøkin er, at vit mugu fyr­i­halda okk­um til ein vanda­mikl­an granna, sum vit ikki kunnu rokna við, í mong ár framyvir, segði norski for­sæt­is­ráð­harr­in Jon­as Gahr Støre 5. apríl, tá hann boð­aði frá ætl­an­u­num um at tvífalda játtanina til verjuna – á einum verjuskipi í Oslo Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix

Russiska hóttanin: Noreg tvífaldar pengarnar til verjuna

Fimm kavbátar og nógv fleiri skip. Noreg fer at brúka yvir 1.000 milliardir í tøttum samstarvi við USA til tess at styrja verjuna.

– Orsøkin er, at vit mugu fyr­i­halda okk­um til ein vanda­mikl­an granna, sum vit ikki kunnu rokna við, í mong ár framyvir, segði norski for­sæt­is­ráð­harr­in Jon­as Gahr Støre 5. apríl, tá hann boð­aði frá ætl­an­u­num um at tvífalda játtanina til verjuna – á einum verjuskipi í Oslo Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Martin Breum, danskur journalistur við serligum áhuga fyri Arktis og Norðuratlantshavi millum annað í grein í Sosialinum hetta vikuskiftið, har hann viðger spentu støðuna her á okkara leiðum sum avleiðing av harðliga russiska krígnum í Ukraina, sum eisini er ein hóttan ímóti okkum í Føroym.

– Russland hevur fleiri kjarnorkuvápn enn nøkur onnur tjóð á klótuni, og 50-60 prosent av hesum kjarnorkuvápnum eru á Kolahálvoynni beint eystan fyri Noreg. Stytsti vegur hjá einum missili úr Russlandi til New York, Washington og til aðrar stórbýir á eysturstrond USA gongur beinleiðis av støðunum á Kolahálvoynni í norðara part av sjóleiðini, sum Føroyar eru ein partur av, skrivar hann millum annað.

– USA stúrir í ringasta føri fyri einum russiskum kjarnorkuálopi, og Washington hugsar tí saman við fleiri øðrum Natolondum sera nógv um eina sterkari verju í Norðuratlantshavi, Norðurnoreg, Svøríki og Finnlandi ímóti russiskum kjarnorkuvápnum.

Hann skrivar víðari, at Noreg er væl við. Ukrainakríggið hevur skapt nýgg jan norskan ótta fyri ætlanunum hjá Kreml, og norska javnaðarstjórnin hevur fyri kortum skotið upp at tvífalda pengarnar til norsku verjuna og serliga til flotan.

##med2##

»Orsøkin er, at vit mugu fyrihalda okkum til ein vandamiklan granna, sum vit ikki kunnu rokna við, í mong ár framyvir«, segði norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre 5. apríl, tá hann boðaði frá ætlanunum á einum verjuskipi í Oslo.

Politikarar og greinarar í Oslo hava leingi stúrt fyri svarinum hjá Russlandi upp vaksandi hjáveruna hjá USA, men tað hevur ikki bremsað gongdini.

Og samstundis verður dubbað á báðum síðum. Amerikanskir hermenn hava verið á longum venjingarlegum í Norðurnoreg, eitt mynstur, sum nú breiðir seg til Finnlands og Svøríkis, sum eisini hava sett ávikavist 17 og 15 øki til taks fyri Pentagon. Harafturat koma stórar Natovenjingar heilt nær Russlandi.

Moskva svarar aftur. Putin hevur boðað frá nýggjum brigatum, sum eru staðsettar við norðurmørkini. Norðurflotin vísir vøddar í Barentshavinum, og seinast ljóðaði úr verjumálaráðnum í Moskva, at Russland fer at bygg ja fleiri nýgg jar støðir til stóru dronurnar hjá Russlandi fram við norðurstro

Lesið alla greinina í dagsins Sosiali, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldara kunnu lesa á www.sos.fo