Tað fara at ganga nógv ár, áðrenn Russland fer at verða ein eins stór hóttan ímóti Noregi, sum landið var áðrenn kríggið í Ukraina. Orsøkin er, at Russland hevur bundið nógva hernaðarmegi í Ukraina, har kríggj hevur verið í skjótt tvey ár.
– Einki bendir á, at Russland fer at gera álop á Noreg í nærmastu framtíð. Tað fer at taka langa tíð hjá Russlandi at endurbyggja hernaðarmegina. Nógv herfólk eru deyð, og nógv útgerð er oyðiløgd í krígnum í Ukraina, sigur Eirik Kristoffersen, verjuovasti, við Klassekampen.
– At nógv NATO lond raðfesta hernaðarligan stuðul til Ukraina hevur tó við sær, at verjumegin hjá NATO er raðfest lægri í løtuni, men eingin akutellur vandi er fyri russiskum álopi, sigur hann.
Verjuovastin vísir eisini á, at verjan av Noregi og norðurlondum sum heild verður munandi styrkt, tá ið Finnland og Svøríki verða partur av NATO felagsskapinum. Finnland er upptikið í NATO, Svøríki bíðar eftir, at Turkaland skal taka undir við upptøkuni.
Norska stjórin boðaði í november frá, at umleið 8 milliardir danskar krónur skulu brúkast til at styrkja loftverjuna hjá landinum. Eitt nú skulu nýggjar stutt-, miðal- og langtrøkkandi rakettir keypast.
– Hetta er størsta einstaka íløga í loftverjuna í 30 ár, og útbyggingin fer at styrkja trygdina hjá Noregi, segði Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, við NRK, tá ið ætlanin var kunngjørd.
Norska stjórnin hevur áður skotið upp at styrkja raksturin av norsku verjuni við 10 milliardum donskum krónum.