Russisk herskip komin til Kuba

Trý russisk herskip hava lagt at bryggju í kubanska høvuðsstaðnum Havana Hetta er fyrstu ferð síðani sovjetsku upploysnina í 1991, at russisk herskip eru í Kuba, og vitjanin skal eftir ætlanini vísa, at russiska leiðslan vil hava tættari samband við Kuba.

Nógv fólk var komið oman á bryggjuna at taka ímóti teimum russisku herskipunum, sum vórðu heilsað við kanónskotum, skrivar Reuters.

Oyðarin ?Admiral Tjabanenko? er tað størsta av skipunum, og hann og hini bæði skipini verða liggjandi í Havana í fimm dagar.

Tey russisku skipini komu til Kuba úr Nikaragua. Frammanundan høvdu tey verið við í einari venjing saman við venesuelska herflotanum.