Ríkisduman boðaði fríggjadagin frá, at hon stuðlar avgerðini hjá Putin.
Undir kjakinum i Dumuni var avgerðin hjá Putin sambært miðlum »stuðlað av øllum tjóðartingslimunum«. Russisku embætisfólkini kunnu velja millum bilarnar Moskvitj, Lada og Aurus. Sambært Putin verður skjótt farið undir at framleiða Volga-bilar.
»Ráðharrar, ríkisstovna og skrivstova forsetans hava miðið meg um at loyva teimum at halda fram við at keypa bilar. Og tey vildu helst keypt útlendskar bilar,« gramdi Putin seg um á einum fundi við framleiðarar.
##med2##
»Eg segði, at tað er fullkomiliga útilokað, og at øll embætisfólk skulu koyra í innlendskum bilum. Tað kann merkja, at bilarnir hjá onkrum verða eitt sindur meira lítilætnir enn áður. Og tað er í ordan. Í veruleikanum er tað gott. Øll embætisfólk okkara skulu skilja, at tað hevur týdning at stremba eftir menning av innlendskum merkjum«, legði leiðarin í Kreml dent á sambært Ukrainskaja pravda, sum vísir til tíðindatæanstuna hjá Dumuni og tað, sum formaðurin, Vjatjesla Volodin, hevur sagt.
##med3##













