Russisk bumbuflogfør, sum eru á venjingarferð, flúgva javnan tætt fram við amerikanska markinum. Amerikanskir embætismenn halda, at russar vilja fegnir vísa, at teir skulu takast í álvara sum hernaðarveldi. Embætismenninir halda eisini, at russisku venjingarferðirnar hava fingið ein serligan týdning, eftir at USA gjørdi av at fáa sær eina rakettverjuskipan. Í Bretlandi og Noregi hava myndugleikarnir eisini varnast fleiri russisk venjingarflogfør við markið í seinastuni.