Russi keypir bløð

Russiski ríkmaðurin Alexander Lebedev er í ferð við at keypa meirilutan av partabrøvunum í enska blaðnum The Independent. Tað skrivar russiska tíðindastovan ITAR-Tass.

Sambært tíðindastovuni fær hann meirilutan fyri eitt sterlingpund, men afturfyri skal hann binda seg til at seta fleiri milliónir pund í blaðið, sum er í stórum fíggjarligum trupulleikum.

Tann 50 ára gamli Lebedev eigur frammanundan enska blaðið The Evening Standard, sum hann eisini keypti fyri eitt sterlingpund.

Áðrenn hann fór at gera íløgur, var Alexander Lebedev oberstur í loyniligu russisku løgregluni KGB.