Tað verður kortini ikki í kvøld, at roynt verður at toga russiska farmaskipið, Sunny Lina av aftur Kunoynni.
MRCC boðar nú frá, at tey tey fara at toga skipið av aftur í morgin árini tíðliga.
Annars var ætlanin at gera eina bjargingarroynd nú klokkan 18, men ymisk formlig viðurskifti við reiðarar og myndugleikar, vóru ikki fingin í rættlag og tískil verður nú bíðað til í morgin árini.
Skipið stendur trygt og vandi er ikki fyri umhvørvinum, sum støðan er nú
Myndina hevur Rani Hanusarson tikið.









