Russar vilja ikki viðganga at teir missa landaøki

- Vit hava tikið størri landaøkir aftur frá russum, enn almenningurin veit um, sigur ukrainski verjumálaráðharrin.

Ukrainski verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov, sigur í samrøðu við bretsku ávísina, Financial Times, at ukrainski herurin hevur tikið størri landaøki aftur frá russum enn tað, sum almenningurin veit um.

 

Samstundis ásannar hann, at her skal eitt stórt arbeiði gerast aftrat, áðrenn russisku herdeildirnar eru riknar úr Ukraina. - Tá tað hendir, so vilja øll síggja tað. Øll fara at síggja alt, sigur hann við ávísina.

 

Sambært verjumálaráðharranum eigur Ukraina enn til góðar høvuðspartin av ukrainsku hermegini, sum framvegis ikki er við á hermótinum. 

 

Oleksij Reznikov heldur, at hendingarnar í Russlandi seinasta leygardag, har Wagner-deildir settu seg upp ímóti russisku myndugleikunum, vísa fundamentalar trupulleikar í russiska herinum.

 

Áður hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, viðgingið, at framgongdin hjá ukrainska herinum í hersettu økjunum gongur trekari enn vónað, men ukrainski verjumálaraðarrin sigur, at framgongdin hevur verið størri, enn almenningurin veit.

 

Orsøkin til, at ikki meira frættist um gongdina á hermótinum, sigur Oleksij Reznikov vera, at Ukraina ikki vil avdúka, hvar á hermótinum teirra hermenn berjast. 

 

- Hetta letur seg gera, sigur hann, tí russisku herdeildirnar treyðugt vilja ásanna, at teir missa landaøki til ukrainska herin, sigur verjumálaráðharrin í samrøðu við Financial Times.