Russar ætla at vísa seg á høvunum

Russiska verjan ætlar at senda skip og flogfør á øll heimshøvini. Talan er um eftirlitsferðir, sigur flotaleiðslan

Russiski herflotaovastin, Nikolai Maksimov, hevur sambært tíðindastovuni Novosti gjørt av, at russisk herskip, kavbátar og stríðsflogfør skulu vísa seg á øllum heimsins høvum í ár.

 

-Vit fara at senda skip, kavbátar og flogfør á eftirlitsferðir í Atlantshavinum, Indiska Havinum, Kyrrahavinum og Miðjarðarhavinum, sigur herflotaovastin við Novosti.

 

Russiski verjumálaráðharrin, Anatoly Serdyukov, sigur við tíðindastovuna, at herflotin økti sítt virksemi munandi í fjør. Millum annað var tann stóri flogberin "Admiral Kuznetsov" á venjingar- og eftirlitsferð í Atlantshavinum í vetur, og so seint sum í februar var flaggskipið hjá russiska herflotanum, "Moskva", eisini í Atlantshavinum á eftirlitsferð. Umframt herskipini vóru 40 stríðsflogfør við í eftirlitinum, sigur Serdyukov við Novosti.