Russar steðga átakinum í Georgia

Russiski herurin hevur fingið boð um at gevast við átakinum í Georgia Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, gav fyrrapartin herinum boð um at steðga øllum átøkum í Georgia. Tað skrivar russiska tíðindastovan Interfax.

-Eg havi gjørt av at steðga tiltakinum fyri at noyða georgisku myndugleikarnar til at binda frið, segði Medvedev.

Hann legði afturat, at russiski herurin hevur tryggjað seg ímóti mótmálopum, og at hann hevur eisini tryggjað fólkið í Suðurossetia.

Forsetin hevur givið herleiðsluni boð um at taka bardagarnar uppaftur, um teir russisku hermenninir verða álopnir.