Russar skulu hava kringsett Bakhmut

- Bakhmut er kringsettur, og okkara herdeildir taka seg nú saman um býin, siga russiskar keldur, sum Reuters endurgevur.

Sagt verður úr Ukraina, at russiskar herdeildir skulu hava kringsett ukrainska býin, Bakhmut, og roynt verður nú at taka ræðið á motorvegnum, sum knýtir býin til ein annan nærliggjandi bý, Cjasov Yar.

 

Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun.

 

- Bakhmut er kringsettur, og okkara herdeildir taka seg nú saman um býin. Stríðið um eftirlitið við motorvegnum er í gongd, siga russiskar keldur sambært Reuters, sum tó leggur aftrat, at tíðindini eru ikki váttað av óheftum keldum.

 

Russar siga, at teir hava eftirlitið á fleiri støðum kring Bakhmut, har russiskar herdeildir og leiguhermenn hjá Wagner-deildini hava verið í hørðum bardøgum við ukrainskar herdeildir í fleiri mánaðir.