Hetta er besta avgerðin eg havi tikið

Hondbóltur menn: Einasti landsliðsspælarin í føroysku kappingini fegnast um, at hann gjørdi av at spæla við H71

Ein av blaðungu spælarunum á H71 liðnum, sum í kvøld hevur tryggjað sær triðja FM heitið á rað, er Ísak Vedelsbøl. Hann er einasti spælarin í føroysku kappingini, sum er á landsliðnum, og hann stórfegnast um, at hann fyri einum ári síðani valdi at umboða H71.

 

-Eg fari í summar av landinum at spæla, so hetta var síðsti møguleikin hjá mær at vera við til at vinna FM. Eg visti, at teir í H71 taka hondbóltin í sera stórum álvara, og at talan er um øgiligan vinnaramentalitet. Vit hava arbeitt miðvíst síðani síðsta summar. Fyrstu umførini var tað ikki so sannførandi, men vit hava lært stútt og støðugt, og í kvøld eru vit FM vinnarar. Tað er framúr, sigur Ísak Vedelsbøl í samrøðu við Sjúrð Hildarson Hoydal í sjónvarpsrásini hjá HSF.

 

Umframt Ísak Vedelsbøl, sum fer til Gøteborg at spæla við Sävehof, eru tað eisini aðrir av nýklaktu meistarunum, sum fara av landinum í lestrarørindum og at spæla hondbólt. Tað ber við sær, at teir í H71 nú aftur fara at fyrireika seg til nýtt kappingarár og við fleiri broytingum á liðnum. Royndirnar vísa, at tað eiga teir at megna.

 

##med2##