Fagnaðarløta við Løkin

Í morgun varð skipað fyri fagnaðarløtu í sambandi við, at bólkurin Nexum, sum er mannaður við næmingum úr Runavíkar kommunuskúla, vann DM í íverksetan 25. apríl. Tað skrivar Barna og útbúgvingarmálaráðið

Mynd: Johnny Lamhauge

Bólkurin NEXUM hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðisgevarar at finna hvønn annan.

 

Í Nexum eru Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærararnir hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.

 

Eisini kundi skúlin hátíðarhalda, at 6 av teirra næmingum vunnu FM í talvi í gjár.

 

Landsstýrismaðurin segði nøkur orð og takkað Runvíkar kommunuskúla fyri teirra stóra arbeiði innan talv og íverksetan.

 

Mynd: Johnny Lamhauge