Sunnudagin var fyrsta finalan um FM í kvinnuhondbólti. Tá vann Kyndil 36 – 18 á heimavølli ímóti StÍF. Tí kundi tað sæð út til, at talan fór at verða um avgreiðsluspurning, tá ið StÍF í kvøld hevði vitjan av Kyndli.
Men soleiðis varð tað ikki. Kyndil vann við einum máli. Úrslitið var 25 – 26 eftir at Kyndil var frammanfyri 16 – 13, tá ið tað var hálvleikt.
Fram ímóti dystarloki var Kyndil frammanfyri 26 – 23, tá ið tað restaðu tríggir og ein hálvur minuttir. So minkaði StÍF tvær ferðir um munin. Síðsta málið skoraði StÍF, tá ið tað restaðu 20 sekund.
##med2##
At Kyndil hevur vunnið tvær tær fyrstu finalurnar ber við sær, at møguleiki er fyri, at Kyndil fer at tryggja sær FM heitið seinnapartin leygardagin, tá ið triðja finalan verður. Tá fer Kyndil at eiga heimavøll í Hoyvíkshøllini.
Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við 8 málum, og Malene Madsen, Yuika Kurimoto og Emma Skovmand skoraðu 5 mál í part.
Hjá Kyndli vóru Bjarta Osberg Johansen og Turið Arge Samuelsen toppskjúttar við 5 málum í part. Joan Johannesen og Nadja Pejovic skoraðu 4 mál í part.
##med3##
##med4##