Russar siga seg hava skotið móti 140 málum í nátt

Aftur í nátt hava russar lopið á mál í Ukraina, men tað hevur eftir øllum at døma eydnast ukrainsku loftverjuni at skjóta fleiri russiskar rakettir niður.

Sløkkiliðsfólk arbeiða í einum íbúðarøki í ukrainska býnum, Pavlohrad, sum er rakt av russiskum álopi í nátt.

Í nátt hevur ukrainski herurin skotið niður nógvar russiskar rakettir, sum russar hava sent móti málum í Ukraina, og soleiðis eru rakettir eisini skotnar niður yvir høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Russiskir myndugleikar siga seg hava rakt 140 mál í Ukraina. Almenna russiska tíðindastovan Tass sigur, at russisk jagaraflogfør av slagnum, Su-34 og Su-25, vórðu brúkt í álopunum.

 

Í nátt fór loftávaring í gongd í eitt nú ukrainska høvuðsstaðnum. 

 

Valerij Zaluzjnyj, sum er ovasti leiðari hjá ukrainsku verjuni, skrivar á Tvitter, at 15 av 18 russiskum rakettum, sum vórðu skotnar inn í ukrainskt loftrúm í nátt, vórðu skotnar niður.

 

- Vandi fyri rakettálopum. Søkið skjól í bumbuskýlum, ljóðaðu boðini hjá myndugleikunum í Kyiv á Telegram tíðliga í nátt.

 

Ukrainskir miðlar vita at siga, at fleiri spreingingar vóru at hoyra ymsastaðni í Kyiv og eisini í regiónunum, Dnipropetrovsk og Sumy.

 

Guvernørurin í Dnipropetrovsk, Guvernør Serhij Lysak, skrivar á Telegram, at sjey rakettir vórðu skotnar niður av ukrainsku verjuni í regiónini.

 

Sambært guvernørinum hava 25 fólk fingið løstir í russisku álopunum í nátt, harímillum trý børn.

 

 

 

Sløkkiliðsfólk arbeiða í einum íbúðarøki í ukrainska býnum, Pavlohrad, sum er rakt av russiskum álopi í nátt.