Bæði danska og finska flogvápnið sendu um jólini flogfør á flog, tí russisk hernaðarflogfør flugu inn í norðurlendskt loftøki Russisk flogfør hava í hesum árini verið sera virkin í norðurlendskum loftrúmi. Ferð eftir ferð hava russisk hernaðarflogfør flogið tætt fram við markinum hjá norðurlondum, og fleiri ferðir eru flogførini eisini farin um markið.
NRK heldur seg vita, at norska verjan 84 ferðir í ár hevur staðfest, at russisk flogfør hava flogtið tætt upp at norskum loftøki, og um jólini máttu bæði danska og finska verjan senda flogfør avstað, tí russisk flogfør komu um markið. Fyrr í ár hava russisk stríðsflogfør eisini verið í nánd av føroysku loftøki.