Í fleiri mánaðir hava leiguhermenn hjá Jevgenij Prigozjin roynt at tikið ukrainska býin, Bakhmut, men enn hevur tað ikki eydnast at reka ukrainsku deildirnar úr býnum.
Nú sigur leigarin hjá Wagner sambært Reuters, at deildir hansara fara at taka seg úr býnum hin 10. mai, sum er í næstu viku.
Orsøkin er, sigur Jevgenij Prigozjin, at tað er stríð ímillum Wagner-herdeildirnar og russisku verjuna, og leiðarin hevur fleiri ferðir ført fram, at russiska verjan hevur ov smáar veitingar av lóðuri til deildirnar hjá honum í býnum.
Tað var longu í endanum av apríl mánaði, at Wagner-leiðarin hótti við at taka sínar deildir úr Bakhmut.
Fyri nøkrum døgum síðan segði pensjóneraði norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug, við norska Dagbladet, at hann heldur, at hóttaninar hjá Wagner-leiðaranum eru veruligar.
##med2##
- Jevgenij Prigozjin hevur sagt nógv, men tað er øll orsøk til at trúgva, at hann meinar tað, hann sigur.
Pensjóneraði generalloytnanturin sigur seg vænta, at Wagner-deildirnar fáa ávísa nøgd av lóðuri um dagin, men at hetta helst er nógv minni, enn herdeildirnar halda seg hava brúk fyri, um teir skulu gera framtøk.
- Nú ger Jevgenij Prigozjin helst álvara av sínum hóttanum, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.
##med3##













