Russar køvdu finsku sensatiónina

EM 2020: Russland vann í dag 1-0 á Finnlandi

Russland hevur í dag vunnið 1-0 á Finnlandi í øðrum umfari í bólkaspælinum. Einsamalla málið í dystinum skoraði Aleksey Miranchuk í yvirtíðini í fyrra hálvleiki.

 

Finnland, sum púra óvæntað vann á Danmark í fyrsta umfarinum, kundi við einum stigi í dag næstan tryggja sær víðari luttøku. Finnland fekk eisini eitt gott mál longu aftaná fýra minuttir, men stútarin hjá Joel Pohjanpalo bleiv kolldømdur fyri rangstøðu.

 

Í hinum endanum mátti russiski Mario Fernandes berast av vøllinum, eftir samanstoyt. Hann hevur fingið rímiliga álvarsligan skaða í ryggin, boðar russiska Fótbóltssambandið frá. Beint fyri hálvleik var aftur dramatikkur, tá tveir mans rendu saman. Russarin endaði á stongini og eftirfylgjandi sendi hann fótin – av óvart – í andlitið á spælaranum hjá Finnlandi.

 

Avgerandi løtan kom í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, tá Aleksey Miranchuk heldur ótarnaður slapp at senda bóltin upp í handara málhorn. Hann stóð nakað í høgru inni í brotsteiginum, og kundi nakað ópressaður senda bóltin við sínum vinstra beini upp í handara málhorn.

 

Við sigrinum er Russland við í dystinum, um at koma víðari úr bólkaspælinum, meðan Finnland nú gjarna skal hava stig móti Belgia í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Í morgin spæla Danmark og Belgia.

 

Bólkur B:

 

Finnland – Russland 0-1 (0-1)

 

0-1 Aleksey Miranchuk, 45+2

 

Støðan:

 

1. Belgia 3

 

2. Russland 3

 

3. Finnland 3

 

4. Danmark 0