Hava oyðilagt eina lendingarbreyt í Odessa

Sambært borgarstjóranum í býnum hevur tað tikið tíggju ár at byggja lendingarbreytina, sum læt upp í juli mánaði í fjør.

 

Útlendskir miðlar skriva í kvøld, at russar hava skotið rakettir og hava oyðilagt eina nýggja lendingarbreyt í floghavnini í ukrainska havnabýnum, Odessa  í dag.

 

Reuters endurgevur ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum segði hetta í sínari talu í dag. Forsetin segði eisini, at lendingarbreytin verður bygt uppaftur.

 

Sambært borgarstjóranum í býnum hevur tað tikið tíggju ár at byggja lendingarbreytina, sum læt upp í juli mánaði í fjør. Sagt er einki um fólkaskaða av álopinum.

 

Longu tíðliga í kvøld varð sagt frá fleiri spreingingum í syðra parti av Odessa. CNN skrivar sambært vitnum, at tey í minsta lagi sóu eitt stríðsflogfar yvir býnum. 

 

The Guardian visti fyrr í kvøld at siga, at níggju fólk eru særd í einum russiskum álopi á ein bý við navninum, Liman, 150 kilometrar norðan fyri Donetsk.

 

Sambært Reuters segði russiska hernaðarleiðslan tíðliga í kvøld, at russiskar rakettir í dag hava rakt 17 hernaðarmál í Ukraina.

 

Russar leggja aftrat, at fleiri enn 200 ukrainskir hermenn eru falnir í álopunum, men tíðindini eru ikki váttað av óheftum keldum.