Fyrr í morgun ljóðaði annars, at russiskar herdeildir høvdu ræðið í býnum. Men, eftir bardagar í fleiri tímar siga lokalu myndugleikarnir í býnum nú, at teir hava fult eftirlit við býnum.
Tað var í morgun, at russiskar herdeildir tóku seg inn í býin. Á filmsbrotum, sum liggja á sosialu miðlunum, sæst, at harðir bardagar eru í býnum, har út við 1,4 miljónir fólk búgva.
Landspartaguvernørurin í Kharkiv, Oleg Sinegubov, hevur á Facebook heitt á fólk um at søkja sær skjól og um ikki at fara úr bumburúmunum.
Guvernørurin sigur, at Ukraina aftur hevur full eftirlit yvir býnum, og at býurin nú er í ferð við at "reinsast" fyri russarar, sum Reuters endurgevur Oleg Sinegubov fyri at siga.
Ein tíðindamaður hjá Telegraph, Roland Oliphant, sum er í Kharkiv, skrivar á Tvitter, at tað er trupult at fáa eina heildarmynd av støðuni í býnum.
Sambært útlendskum miðlum hava myndir av skaddum og dripnum verið at sæð úr næst størsta býnum í Ukraina seinastu dagarnar.
Myndirnar hava eisini víst, at her eru stórir materiellir skaðar eftir russisku loftálopini á býin.
Seinastu nátt sprongdu russar eisini eina gassrørleiðing í Kharkiv, og stjórnin í Ukraina sigur, at hetta kann føra til eina umhvørvisvanlukku.
Í samband við gassrørleiðingina verður heitt á borgarar í býnum um at hava vindeyguni aftur og at drekka nógv vatn.
Tríggir ukrainskir granskarar, sum eru í Kharkiv, siga við Politico, at støðan í býnum er ógvuliga krevjandi.
- Nógv sivil fólk doyggja í álopunum, skriva Dr. Taisiia Yurchuk, Maryana Petrushko og Dr Vladimir Pinyaev í telduposti til Politico.
Granskararnir vísa á, at russar bumba barnagarðar, og í gjár var ein intensiv deild á einum sjúkrahúsi í býnum rakt, eins og ein miðstøð, sum gevur fólki blóð.
Verdens Gang skrivar, at tað er trupult at staðfesta, hvat er rangt, og hvat er rætt.
- Tað er tíðarkrevjandi at kanna tey mongu filmsbrotini, sum koyra runt á sosialu miðlunum og á alnótini annars, siga tey.
Umframt álopini á Kharkiv og ukrainska høvuðsstaðin Kiev, hava russar eisini framt álop á býirnar, Mariupol, Kherson, Mykolaiv og Odessa har suðuri í landinum.
##med2##