Í dag hava russar framt fleiri rakettálop á býir í Ukraina, og sagt verður, at spreingingar hava verið í minsta lagi í 10 regiónum.
Ávaringarlúðrar hava ljóðað um alt landið.
Millum býirnar, sum eru raktir, er eitt nú Dnipro, har íbúðarblokkur er farin í knús.
Guvernørurin í Dnipropetrovsk-landslutinum, Valentyn Reznitsjenko, sigur, at fimm fólk eru deyð og 27 hava fingið løstir í álopi á íbúðarblokk í Dnipro.
Millum tey særdu eru seks børn.
Forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenskyj, skrivar á sínum Telegram-vanga, at hetta er russisk terrorisma.
- Vit stríðast fyri hvørjum menniskja, hvørjum lívi. Vit skulu finna øll, sum fremja hendan terror. Øll skulu taka ábyrgd, skrivar forsetin.
Tað er norska Dagbladet, sum endurgevur útlendskar keldur fyri hesi tíðindi og hesar útsagnir seinnapartin í dag.
Dagføring 1:
Í kvøld siga lokalu heilsumyndugleikarnir í býnum, Dnipro, at talið av deyðum eftir russiska rakettálopið á íbúðarbygningin nú er komið upp á níggju - og talið av løstaðum er 64.
Dagføring 2:
Dagin eftir russiska álopið á íbúðarbygningin, verður sagt úr Dnipro, at talið av deyðum í minsta lagi er 20 - og at 73 eru særd. Leitað hevur verið í leivdunum í alla nátt.
##med2##