Russar biðja Norðurkorea sleppa rakettroynd

Russiska stjórnin mælir nú Norðurkorea til at endurskoða avgerðina um at royna eina rakett seinni í hesum mánaðinum. Norðurkoreanska stýrið kunngjørdi fyrradagin, at verjan fer at royna eina langtberandi rakett ímillum 10. og 22. desember.

Uttanríkisráðið í Moskva sigur, at tað harmast tíðindini úr Norðurkorea, og ráðið vísir í sama viðfangi á ST-samtykt nummar 1.874, sum ger greitt, at Norðurkorea hevur ikki loyvi til at royna langtberandi rakettir.

-Sum limaland í ST hevur Norðurkorea skyldu til at fylgja samtyktunum hjá trygdarráðnum, sigur russiska uttanríkisráðið.

Norðurkorea sigur, at endamálið við rakettroyndini er at senda ein fylgisvein út í rúmdina, men USA, Japan og Suðurkorea ivast ikki í, at royndin hevur hernaðarlig endamál.