Í morgun frættist, at vápnaði russiski bólkurin, Freedom of Russia, sum stuðlar Ukraina í stríðnum móti Russlandi, hevði tikið smærri landaøki í Russlandi.
Seinnapartin í dag sigur russiska verjumálaráðið, at deildirnar, sum lupu á regiónirnar, Belgorod og Kursk, hava mist bæði herfólk og hernaðarútgerð.
Freedom of Russia vil, at russiski forsetin, Vladimir Putin, missir stjórnarvaldið í Russlandi, og felagsskapurin sigur seg stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.
Eitt talsfólk fyri ukrainsku fregnartænastuna sigur, at álopini, sum Freedom of Russia framdu móti regiónunum, Belgorod og Kursk, í dag vóru uttan ukrainska íblanding.
Seinni í dag hevur russiska verjumálaráðið sagt, at tað hevur eydnast russisku herdeildunum at berja niður álopini hjá Freedom of Russia.
Lagt verður aftrat, at bólkurin hevur verið fyri stórum tapum. 234 hermenn, sjey stríðsvognar og trý onnur hernaðarakfør eru niðurbard í bardøgunum í dag.
Hetta er tó ikki váttað av óheftum keldum.
Hóast ukrainar siga, at álopini í Russlandi vórðu framd uttan ukrainska luttøku, vil Russland vera við, at tað vóru ukrainsku myndugleikarnir, sum góvu boðini.