Russ Taff aftur til Føroya

Í juni mánaði kemur amerikanski gospelsangarin Russ Taff til Føroya at hava tríggjar konsertir. Saman við honum er ein songkvinna, sum hevur verið nógv frammi í USA seinastu tíðina

Minni enn eitt ár eftir, at hann vitjaði Føroyar fyrstu ferð, kemur amerikanski gospelsangarin Russ Taff aftur til Føroya at hava framførslur.
Russ Taff var eitt av høvuðsnøvnunum á G! Festivalinum í fjør, men ein góðan mánað áðrenn næsta G! Festival er Russ Taff aftur í Føroyum.
? Eg varð spurdur, um eg kundi royna at fáa Russ Taff aftur til Føroya at syngja. Eg havi havt gott samband við hann, og tá eg ringdi til hann, var hann beinanveg til reiðar at koma aftur hendan veg, sigur Jákup Zachariassen.
Hann var ein av teimum føroysku tónleikarunum, sum spældi saman við Russ Taff í fjør, og hann verður aftur hesaferð í bólkinum hjá amerikanaranum.

Tríggjar konsertir
Russ Taff fer at hava tríggjar konsertir í Føroyum, og saman við honum verður ein songkvinna, sum hevur verið nógv frammi í USA, eftir at hon hevur givið fløguna God On A Mountain út.
Talan er um Lynda Randle, og bæði hon og Russ Taff hava sungið saman við Gaiter-fólkunum.
Í næstum fara tey at hava tríggjar felags konsertir í Føroyum. Tann fyrsta verður í Kelduni í Skálabotni 24. juni, tann næsta í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn 25. juni, og sunnukvøldið 26. juni syngja Taff og Randle í KÍ-høllini í Klaksvík.
? Kvøldini verða eitt sindur øðrvísi enn hansara konsert á G! Festivalinum. Hesaferð verður tað ikki so nógv rock n' roll, men heldur meira meira gospel, soul og felagssangur, sigur Jákup Zachariassen.

Føroyskur bólkur
Russ Taff og Lynda Randle fara at hava føroyskar tónleikarar og sangarar at stuðla sær á konsertunum.
Í bólkinum, sum fer at spæla undir, eru Óli Poulsen, Hans Poulsen, Jan Zachariassen, Kim Hansn, Jákup Zachariassen og James Olsen.
Harafturat fara nógvir føroyskir sangarar at vera við í einum kóri, sum skal stuðla sanginum á konsertini. Millum kórsangarnar verða Heini Lützen, Anna Háberg, Laila Carlsen og kórið Salt.
Russ Taff og Lynda Randle fara at syngja hvør sær og saman, og áhoyrararnir sleppa eisini at tríva í onkran sang saman við teimum.