Ruskveiða í føroyskum sjóøki

– Nes kommuna tók í 2007 í sam­­starvi við trolaran M/T Búgv­in og Agenda 21 Stov­una stig at kanna nøgd og slag av ruski, ið rekst í før­oysk­um sjó­øki. Úrslitið gav greið­ar á­­bendingar, at sjó­økið kring Før­oyar ikki ligg­ur aft­ar­liga í dálk­­an­i­ni av hav­um­hvørv­i­­num, og at talan mest er um plast­­evni av ymiskum slag.

Tað siga Kongshavnar Havn­­a­stýri og Agenda 21 Stov­­an í tíðindaskrivi.
Roynd­ar­verkætlanin hjá teim­um varð eisini framd sum liður í sam­starv­i­num før­oysku komm­un­ur­nar hava í altjóða felags­skap­i­num KIMO – Komm­unen­es Int­er­na­sjonale Miljø­org­a­ni­sa­sj­on – har stórur dentur verð­­ur lagdur á vernd av sjó- og stran­d­a­øki.
– Avgjørt er nú at royna at seta í verk regluliga inn­savn­an av ruski á sjónum, og hev­ur Kongshavnar havna­stýri fyri­­skip­­að ser­stak­an rusk­posa, ið nýt­ast skal umborð, og sum so verð­ur lagdur upp, tá kom­ið er til lands. Ætl­anin er eitt nú at geva á­grýtn­um fólk­­u­m frá vardum verkstaði møg­­u­leika at taka ímóti, skilja, og skráseta innihaldið í pos­u­num. Haðani verður skilda ruskið síðan latið IRF til við­­gerðar, siga tey.
Í kvøld klokkan 19 verð­ur fund­ur í Tofta Skúla, har greitt verður frá Fishing For Litt­er verk­ætl­anini. Agenda 21 Stov­an hevur stutta fram­løgu og eisini verður vístur á­­huga­verdur filmur um hav­­dálk­ing og ruskveiðu, ið KIMO Holland og KIMO Belg­ia hava gjørt.
– Fundurin er almennur, og eru øll áhugaði hjarta­liga væ­lkomin, siga fyrireikararnir.
Allir bý- og bygdaráðslimir, havn­ar­mynd­ug­leik­ar og skipa- og báta­eig­ar­ar fáa hervið eina serliga inn­bjóð­ing.
Vónandi hevur hetta á­huga, so vit kunnu fáa fleiri før­oysk­ar komm­un­ur og havn­ir við í hesa skipan.