Býráðið á Tvøroyri hevur nú samtykt, at tey ungu á Tvøroyri skulu fáa eitt rúsfrítt tilboð um vikuskiftið. Tilboðið er fyri tey, sum eru 14 ár, og eldri og tað verður í húsinum mitt í býnum, har Posta hevur verið, men sum tey nú eru farin úr.
Tað eru trý ár síðani, at Tvøroyrar kommuna keypti eystaru helvdina av húsinum, har posthús og BankNordik, umframt Eftirskúlin er. Men nú verður eisini rúsfrítt ungdómshús í húsinum.
Ungdómshúsið hevur hildið til á havnalagnum í Pakkhús 4, sum er eitt av fyrrverandi gomlu pakkhúsunum hjá T. F. Thomsen. Her hevur í nógv ár verið skipað fyri tilboðum fyri børnum og ungum mitt í viku, eftir skúlatíð. Men nú er so gjørt av at bøta um tilboðini til tey eldru frá 14 ár og uppeftir.
Arthur Djurhuus Poulsen, er settur sum leiðari í ungdómshúsinum, og hann byrjaði í starvinum í dag, men áðrenn nýggja ungdómshúsið kann takast í nýtslu, verður neyðugt við ymsum broytingum og ábøtum, so tað verður seinni í vár, at tað verður klárt at flyta inn.
Annars hevur býráðið áður samtykt at brúka hølini til bókasavn og annað virksemi, sum hongur uppi í tí, men tann býráðssamtyktin er nú tikin av aftur, so at hølini kunnu brúkast til ungdómshús.











