Føroyar fara framhaldandi at hava einkarsølu av rúsdrekka.
Tað stendur í einum tilmælui, sum ein arbeiðsbólkur undir heilsumálaráðnum hevur gjørt.
Arbeiðsbólkurin vísir á, at einkarsølan í veruleikanum er krumtappurin undir rúsdrekkalógini, sum eisini hevur til endamáls at tálma nýtsluna.
Bólkurin, sum hevur gjørt tilmæli heldur, at einkarsølan framhakldandi skal vera ein landsstovnur, men at hesin ikki skal vera partur av sjálvari fíggjarlógini, tí tað hóskar illa fyri einahandilsfyritøku.
Bólkurin heldur ikki, at tað í framtíðini skal vera eitt krav, at einkarsølan skal hava avlop, sum síðani endar í landskassanum. Bólkurin heldur, at hetta er torført, tí tað ber illa til at hava eitt krav um fíggjarligt avlop og samstundis vera partur av einari skipan, sum skal tálma nýtsluna.











