Rúsdrekkakoyring og harðskapur í veitslu í Suðuroy

Ein koyrdi ávirkaður, ein koyrdi uttan koyrikort, og ein fráboðan um harðskap

Tá løgreglan um middagsleitið í gjár steðgaði einum bili í Havn, vísti tað seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð handtikin, blóðroynd tikin og síðani skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um harðskap, sum varð framdur í eini veitslu í Suðuroy. Vaktleiðarin fekk ikki sagt so nógv um tað málið, sum verður viðgjørt av løgregluni í Suðuroy.

Í gjárkvøldið varð ein maður tikin á Sandi fyri at koyra bil uttan rætt at koyra bil. Talan var um ein persón, sum áður hevur havt koyrikort, men sum hevur mist tað. Løgreglan kendi mannin aftur – og tað er ikki fyrstu ferð, at hann er tikin fyri slíkt, vaktleiðarin.