Runnu frá Kunoyar kirkju til Christianskirkjuna

Tað er nógv stákan á jólum - men áðrenn stákanin byrjaði í morgun klokkan 9, hevði Treysti sett fólki stevnu: At renna frá kirkjuni í Kunoy og til Christianskirkjuna í Klaksvík.

Tað møttu fólk upp í tveir bussar, eini 80 í tali við Badmintonhøllina klokkan 9 í morgun. Síðani gekk leiðin til Kunoyar við bussi. Onkur teirra tóku tó styttra teinin og hoppaðu av bussinum við Kunoyartunnilin. Størsti partur var tó við til Kunoyar og runnu tann longra teinin á 11,7 km - hin styttri teinurin er 6 km.

Eftir renningina vórðu øll boðin til ein betri kaffimunn uppi hjá Jórun, har borðreitt var við øllum handans góðum - ja, kalla tað bara jólamorgunmati.

So nú eru rennarnir væl fyri at fáa sær dunnu seinni í dag.

Orð og mynd: Dávur Winther