Rúni Gaardbo, sum dømdi dystin, tá Hans Jørgen Djurhuus bleiv útvístur og seinni fekk fýra dystir leibannið stytt niður í tveir, sigur seg ikki hava broytt dómarafrágreiðingina. Tað kom annars fram, at leikbannið bleiv stytt, tí kappingarnevndin fekk eina broytta dómarafrágreiðing.
Les eisini: FSF: Fingurin var ikki til dómarabólkin
Hetta váttaði Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum, eisini í sending á Rás2. FSF skrivaði eisini so ljóðandi tíðindaskriv á heimasíðuna tann 18. august:
“Eftir at Kappingarnevndin í farnu viku gav Víkinga-leikaranum, Hans Jørgen Djurhuus, fýra dagar leikbann í sambandi við reytt kort, sum hann fekk í dysti móti EB/Streymi seinasta mánadag, gjørdi Víkingur kappingarnevndina varuga við, at nýggjar upplýsingar vóru í málinum. Kappingarnevndin tók tí málið upp av nýggjum, og í sambandi við hetta gav dómarabólkurin til dystin millum Víking og EB/Streym eina nýggja frágreiðing, sum var munandi øðrvísi enn tann fyrra. Dómarabólkurin metti, at ein partur av uppruna frágreiðingina var ikki nóg greiður.“
Rúni kennir einki til broyting
Við Norðlysið.fo sigur Rúni Gaardbo tó, at hann als ikki hevur broytt dómarafrágreiðingina.
Les eisini: Hans Jørgen langt leikbann
- Eg havi fylgt øllum vanligum mannagongdum í sambandi við eitt reytt kort. Eg skrivaði eina dómarafrágreiðing eftir dystin, sum seinni hevur ligið alment úti. Og eg havi onga aðra dómarafrágreiðing skrivað. Annars havi eg ongar viðmerkingar til hetta málið, sigur Rúni Gaardbo við Norðlýsið.
Les eisini: Her er dómarafrágreiðingin
Tískil sær tað út sum, at tað ikki er ein samlaður dómarabólkur, sum hevur broytt dómarafrágreiðingina. Hans Jørgen Djurhuus hevur sitið leikbannið.