Rúni Djurhuus: Tessa kemur á Voxbotn

– Tessa kemur á Voxbotn, men spælir ikki við The Antonelli Orchestra

 

Tað sigur Rúni Djurhuus, fyrireikari av Voxbotn.

– Hon hevur avlýst at spæla saman við The Antonelli Orchestra, men hon hevur ikki avlýst at spæla á Voxbotn, sigur Rúni Djurhuus sera avgjørdur.

Hann veit ikki, hvørjum orkestri, hon so fer at spæla saman við.

– Eg blandi meg ikki uppí, hvørjum orkestri hon spælir saman við. Tað er okkum fyri so vítt óviðkomandi. Eg havi bara tryggjað mær, at hon kemur á Voxbotn, og at hatta stríðið ikki ávirkar tað, sigur Rúni Djurhuus.

Tíðindi um avlýsingina hjá Tessu bórust í danska blaðnum B.T. morgun, eftir at ein DR dokumentarur avdúkar skemmandi málburð og seximsu í tónleikavinnuni.

Rúni Djurhuus sigur, at tað er ein misskiljing, at konsertirnar við Tessu eru avlýstar, men hon hevur avlýst at spæla saman við The Antonelli Orchestra.

 

Við øðrum orðum kemur Tessa sambært Rúna Djurhuus á Voxbotn við øðrum orekstri.