Runavíkingar halda fast í oddinum

Vágamenn megnaðu ikki at halda høvdið kalt í teimum avgerandi løtunum, og so fór NSÍ heldur óuppiborið við øllum stigunum og heldur sostatt fast í oddinum

NSÍ megnaði við neyð og deyð at knógva vágamonnum í einum sera tøttum dysti í Miðvági sunnudagin. Runavíkingar vunnu 2-1 eftir at hava verið aftanfyri 1-0 í steðginum.
Vágamenn iðra seg stórliga um, at teir ikki fingu nakað stig burturúr hesum dystinum, tí teir spældu væl og skaptu nógvar málmøguleikar. Teir dugdu bara ikki at umseta møguleikarnar til mál, og so stóðu teir brádliga eftir við ongum.
NSÍ skapti hinvegin fáar málmøguleikar gjøgnum dystin, men tað eydnaðist kortini runavíkingum at vinna. Hetta er kanska eyðkennið fyri eitt oddalið, at tað megnar at hála sigrar í land, hóast liðið ikki hevur ein góðan dag.

FS Vágar framum
Tað var heimaliðið FS Vágar, sum legði seg framum við máli frá brasiliumanninum Clayton Soares. Eitt heldur veikt útspark frá Jens Martini endaði við, at bólturin varð høvdaður retur yvir á NSÍ hálvuna, har Clayton gerst leysur. Hann meddaði eitt bil og langaði so til uttanfyri brotsteigin uttan møguleika hjá Jens Martini av bjarga.
Stutt undan málinum varð Óli Hansen, sum í ár er blivin umskúlaður til verjuleikara, noyddur at fara av vøllinum, tí hann fekk trupulleikar við hondini. Óli hevur seinastu tvær vikurnar spælt við brotnari hond, men nú kundi hann ikki halda fram longur.
NSÍ hevði bóltin meira, men lítið kom burturúr leikligu yvirvágini. NSÍ megnaði sjáldan at spæla seg fram til nakrar veruligar málmøguleikar. Ístaðin vóru tað vágamenn, sum vóru vandamiklari frammanfyri málinum.
NSÍ hevði eisini nakrar málmøguleikar fyri steðgin, men lítið kom burturúr. Helgi L. Petersen, sum ikki hevur verið við tveir teir seinastu dystirnar, tí hann hevur verið uttanlands, sat á beinkinum, meðan yngri bróðirin og Christian Høgni Jacobsen vóru í álopinum.
Hóast NSÍ hevði bóltin meira, so vóru vágamenn bjartskygdir undan seinna hálvleiki, tí tað hevði gingið væl í hond hjá teimum fyri steðgin. Teir skuldu tó missa alt á gólvið.

Helgi á vøllin
Tá ein tími var farin á urinum hjá dómaranum, valdi venjarin hjá NSÍ Jógvan Martin Olsen at seta Helga L. Petersen á vøllin, og hetta skuldi vísa seg at vera ein fruktagóð útskifting.
Eitt korter eftir at hann var komin á vøllin fekk hann bóltin nakað uttanfyri brotsteigin. Staddur langt frá málinum nakað til vinstru langaði hann til, og bólturin fór upp í hornið, og so var 1-1.
Nakrar fáar minuttir seinnin fekk FS Vágar ein gyltan møguleika at leggja seg framum enn einaferð. Birgir Joensen var komin á vøllin fyri ein skaddan Ari Thomassen, og hann vann eitt brotsspark, tá hann bleiv koyrdur um koll í brotsteiginum hjá NSÍ.
Brotssparkið skuldi leikandi venjarin Jens Erik Rasmussen skjóta, men tann vanliga ósvitaliga tryggi brotssparksskjúttin misnýtti hesuferð. Jens Martin fór til røttu síðuna og bjargaði einum vánaligum brotssparki frá Jens Eriki.
NSÍ-ararnir vóru annars sera misnøgdir við brotssparki, tí teir mettu, at bólturin hevði verið uttanfyri vøllin, og at teir áttu innkast, beint áðrenn Birgir fekk fatur á bóltinum og bleiv rendur um koll.
Tá bert fimm minuttir vóru eftir at spæla fekk NSÍ avgerandi málið, og var tað heimvendi Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði. NSÍ fekk fríspark í høgru, sum Brynjálvur Nielsen sendir flatt innfyri. Christian Høgni stakk fótin fram og fekk prikað bóltin í netið. Vejle-áleyparin hevði annars verið ógvuliga friðarligur og vandaleysur hendan dagin, men knappliga reiv hann seg leysan og skoraði sigursmálið.
Sum dystargongdin var, so tóktust runavíkingar nøgdir við ein javnleik, men nú høvdu teir fingið í bæði posa og sekk.
Munurin á einum oddaliði og einum botnliði kom týðuliga til sjóndar í hesum dystinum. FS Vágar, sum stríðist í botninum, hevði allar møguleikar til at vinna sær trý kærkomin stig, men tveitti alt burtur í tí seinasta partinum av dystinum, tá NSÍ fekk tvey mál og FS Vágar brendi eitt brotsspark.
NSÍ megnaði hinvegin at vinna sær trý stig í einum dysti, har liðið ikki spældi upp til sítt besta.
Nú fer NSÍ at fyrireika seg til UEFA Cup dystirnar ímóti norska liðnum Lyn, meðan FS Vágar má royna at koma úr vandabólkinum í botninum.

FS Vágar - NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Clayton Soares
1-1: Helgi L. Petersen
1-2: Christian Høgni Jacobsen

FS Vágar: Jákup Joensen - Sjúrður Ellefsen, Ari Thomassen (Hannus Olsen, 81.), Jóhannis Joensen, Vlad Osipovs - Elfinn Ørvarodd, Jens Erik Rasmussen, Ruslan Screlea, Jógvan Hendrik Samuelsen (Kim Poulsen, 88.) - Clayton Soares, Bjarni Prior (Birgir Joensen, 70.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen (Rúni Rasmussen, 30.), Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard (Helgi L. Petersen, 60.), Kári Hansen, Jónstein Petersen ? Sonni L. Petersen (Jústines R. Hansen, 84.), Christian Høgni Jacobsen
Gul kort:
FS Vágar: Elfinn Ørvarodd
NSÍ: Sjúrður Jacobsen, Jónstein Petersen