"Av leiðum í Heiðum" er heitið á ársins eystanstevnukabarett. Kabarettin, sum hevur nøkur ár á baki, er rættiliga 'lokal', og verður prikað eitt sindur til fólk í nærumhvørvinum. Onkur politikari, onkur úr vinnulívinum og onkur aftrat verður vendur eitt sindur.
Flestu leikararnir hava drúgvar royndir og liggur væl fyri at finna uppá og at herma.
Tað verður sagt um eystanstevnukabarettina, sum hevur eykasýning í kvøld klokkan 20.
Lagt verður aftrat, at Húsaorkestrið er eisini við aftur í ár, og eru tey væl fyri. Umframt at tey spæla undir hjá kabarettleikarunum og gera "jinglur", framførir orkestrið eisini nakrar sangir sjálv.
Sum prikkurin yvir i'num eru eisini nakrar fittar fimleikagentur við.
- Tær tríggjar ætlaðu sýningarnar av kabarettini eru nú spældar, men av tí, at undirtøkan hevur verið góð, og tí at fólk lata so væl at, hevur kabarettbólkurin gjørt av at gera eina eykasýning, siga tey í Runavík.