Tá tú tosar við fólk aftanfyri stóra fiskivinnusamtakið, sum nú er skipið, bendir nógv á, at tey fyrstu virkini, sum lata upp, verða fiskavirkini í Runavík og á Toftum. Tá nýggja og stóra fiskivinnusamtakið keypti seks skip og fýra fiskavirkir, vóru fólk fegin í teimum bygdum, har hesi virki liggja. Á sínum heimasíðum ynsktu kommunur nýggja samtakinum tillukku og góða eydnu eins og fólk, sum hava starvast á hesum virkjum, gingu við einum smíli.
Hjá vágbingum vardi gleðin ikki leingi, tí skjótt frættist, at eitt alifelag í Suðuroy skal yvirtaka stóra fiskavirkið frá samtakinum og brúka tað til kryvjivirki. Kryvjivirki er í Vági, men nú fær felagið nógv betri og rúmligari umstøður.
Seinastu dagarnar hevur ligið í kortunum, at virkini í Runavík og á Toftum lata uppaftur heilt skjótt.
Poul Hansen, nevndarformaður, hevur eisini váttað, at virksemi á hesum báðum virkjum kemur í gongd aftur rættiliga skjótt.
Spurdur, um ein mánaði gongur, áðrenn byrjað verður aftur, sigur hann, at tað verður fyrr enn so.
Lítið hoyrist um, hvussu verður við fiskavirkinum í Vestmanna, og heilt óhugsandi er ikki, at tað endar sum virkið í Vági, har aðrir taka yvir.
Portalurin hevur tosað við Poul Hansen, og vit hava eisini tosað við vinnulívsfólk í Vestmanna, men í løtuni ber ikki til at fáa nakað ítøkiligt at vita um, hvussu verður við fiskavirkinum í Vestmanna - um tað verður samtakið, sum nú er skipað, ið letur virkið uppaftur, ella um tað møguliga verður onkur annar.