Runavík fegnast um tunnilin

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommuna, heldur tað vera stór og góð tíðindi at frætta, nú lógaruppskotið er borið í tingið viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum.

- Vit vóna og vænta, at Løgtingið tekur væl undir við lógaruppskotinum um Skálafjarðartunnilin og samtykkir tað soleiðis, at endalig avtala kann gerast millum Landsstýri og P/F Skálafjarðartunnilin, har P/F Skálafjarðartunnilin fær einkarrætt til at gera tunnilin innanfyri teir karmar, sum Løgtingið ásetir.

Tað sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum fegnast um valdu loysnina viðvíkjandi linjuføring, sum er í samsvar við tær loysnir, sum kommunan hevur mælt til.

- Vit vilja eisini heita á mynduleikarnar um, at kommunurnar við Skálafjørðin framyvir eisini verða tiknar við og hoyrdar í sambandi við víðari tilgongdini at fyrireika tunnilin.

Sambært tí, sum komið er fram, verður koyrandi gjøgnum tunnilin í 2016.

Magnus Rasmussen sigur, at tað at Skálafjarðartunnilin nú sær út til at gerast veruleiki er av sonnum at fegnast um.

- Henda farleið kemur at hava stórt samfelagsligt gagn á so mongum økjum. Fyri okkum, sum búgva við Skálafjørðin, kemur henda farleið at lata upp fyri fleiri møguleikum, men kemur samstundis at geva okkum stórar avbjóðingar, sigur Magnus Ramssmussen. Hann vísir á, at Skálafjørðurin er eitt miðøki - og at økið er eitt framtíðarøki.

- Men tann dagin endaliga støðan verður tikin at gera tunnilin, tá fara vit at merkja tað í ein nógv størri mun, enn vit longu nú gera. Vit sum búgva við Skálafjørðin eiga at fyrireika okkum væl til avbjóðingarnar. Vit eru rímuliga væl fyri á fleiri økjum, men hóast tað, so er alneyðugt við langtíðarætlanum á øllum økjum, soleiðis at vit eru til reiðar til tann vøkstur og ta menning, sum heilt náttúrliga eigur at koma higar, um rætt verður atborið. Vit eiga allatíðina at stremba eftir, at íbúgvarnir hava í boði tað, sum hoyrir nútíðarsamfelagnum til, og hesa stóru avbjóðing taka vit fegin uppá okkum, sigur Magnus Rassmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.