Tað var eftir øllum at døma útjavnandi málið hjá Poul Ingason í 2-2 javnleikinum á Svangaskarði, sum var dropin, ið fekk bikarið hjá rumenska U21 landsliðsvenjaranum at flóta yvir. Hann hevur nú lagt frá sær.
Emil Sando hevur eftr sjey ár sum venjari hjá U21 landsliðnum valt at leggja frá sær, skrivar rumenska ítróttarsíðan sport.ro. Rumenska U21 landsliðið hevur spælt fimm dystir í ár og bara vunnið ein av teimum.
Serliga verður víst til 2-2 javnleikin móti Føroyum á Svangaskarði, tá innskifti Poul Ingason javnaði í evstu løtu til 2-2. Gunnar Zachariasen skoraði hitt føroyska málið í dystinum.
Føroyar hava framvegis ein útidyst móti rumenska U21 landsliðnum til góðar í hesi undan kappingini.