Býráðsval
Málið um tiltikna línubátin, Jógvan S. úr Klaksvík, hevur nú fingið eitt óvæntað eftirspæl.
Tað kom fram, nú fólkaflokkurin í Klaksvík skuldi manna listan til býráðsvalið í næsta mánaði.
Tá ið fólkaflokkurin skuldi gera listan lidnan, nú í vikuni, kom rumbul í.
Ætlanin var, at Jógvan Lützen, gamli reiðarin á Jógvani S., skuldi verða valevni, sum hann hevur verið fleiri ferðir fyrr.
Men tá ið so Jákup Mikkelsen eisini kom á listan, kom rumbul í, siga keldur í Klaksvík, sum standa fólkaflokkinum nær.
Tá ið tað varð greitt, at Jákup Mikkelsen eisini skuldi verða valevni til býráðsvalið, gjørdi Jógvan Lützen bart og tók seg av listanum.
Hann kunngjørdi, at hann kundi ikki vera á sama lista, sum Jákup Mikkelsen er á og hann tók seg sostatt av listanum.
Jógvan S. spøkir aftur
Orsøkin til hesa avgjørdu støðuna hjá Jógvan Lützen, skal finnast í gøluni um línubátin, Jógvan S.
Jógvan Lützen kann ikki gloyma Jákup Mikkelsen tann leiklut, sum hann hevði í málinum, sum førdi til, at Jógvan S. varð lagdur og seinni fór av knóranum.
Jákup Mikkelsen var limur í Landsstýrismálanevndini, sum viðgjørdi málið um Jógvan S.
Niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini førdi við sær, at Jógvan S. varð lagdur. Sostatt metir Jógvan Lützen, at Jákup Mikkelsen var ein høvuðsmaður aftanfyri at leggja Jógvan S.
Seinni fór báturin á húsagang, manningin varð søgd upp og íleggjararnir mistu sín pening.
Seinni hevur Føroya Rættur felt dóm í málinum og dómurin var, at tað var ólógligt at taka fiskiloyvið frá Jógvan S.
Alt hetta málið hevur tikið Jógvani Lützen so fast, hann rætt og slætt ikki vil vera valevni á sama lista, sum Jákup Mikkelsen er á.
Jógvan Lützen boðaði frá, at hann kundi als ikki samstarva við Jákup Mikkelsen eftir tað viðferð, hann hevði fingið frá honum í málinum um Jógvan S.
Fekk 100 atkvøður
Tað er onki at ivast í, at Jógvan Lützen verður ein missur hjá fólkaflokkinum til býráðsvalið í Klaksvík, tí hann plagar at fáa fitt av atkvøðum og á seinasta býráðsvali fekk hann 100 atkvøður.
Hann er býráðslimur í løtuni. Hann hevur tikið sætið í býráðnum eftir at Jógvan við Keldu fór í Landsstýrið. Annars hevur Jógvan Lützen verið uppstillaður til býráðið tríggjar ferðir áður og hann hevur verið beinleiðis valdur tvær ferðir.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jógvan Lützen, men hann er ógvuliga fáorðaður.
Kortini váttar hann, at hann eftir ætlan skuldi stilla upp fyri fólkaflokkin til býráðsvali, men at váttar eisini, at hann er ikki á listanum. Og fleiri viðmerkingar hevur hann ikki.