Leygardagin skipar Eiis kommuna fyri ruddingar- og plantudegi.
Byrjað verður við morgunmati í skúlanum á Eiði leygardagin 18. mai klokkan 10, har ruskposar eisini verða útflýggjaðir.
Í sambandi við ruddingarvikuna, hevur kommunan avgjørt, at lata plantupakkar til borgararnar. Hesir fáast í skúlanum leygardagin millum klokkan 10 og 11.
Endað verður við hugnaløtu við báli í Bunnisgjógv sama leygarkvøld klokkan 19.