Ruddarar senda pengar til Kenya

Tey, sum rudda tjaldingarøkið á G! Festivalinum, lata lønina til vælgerandi endamál

Toymið, sum ruddar tjaldingarøkið á G! Festivalinum í ár, hevur avgjørt, at allur peningurin fyri ruddingina skal verða latin óskerdur til vælgerandi endamál.

Toymið, sum skal rudda tjaldingarøkið á G! í ár, er sett saman av ungum úr ymsum samkomum kring landið. Lønin fyri ruddingina og peningurin fyri fløskurnar, sum verða samlaðar upp, fer alt óskert til vælgerandi endamál.

Ætlanin er at stuðla New Life Africa International, ið virkar í Kenya, har teir hava barnaheim og skúlar. Í løtuni búgva yvir 100 børn á teirra barnaheimum, næstan 700 børn fáa skúlagongd ígjögnum teir og eini 100 ung eru undir miðnáms- ella hægri útbúgving. NLAI fara skjótt undir at byggja eitt nýtt dreingjaheim, og tað er hesi verkætlanini ruddararnir ætla at stuðla.