Ruben fingið vitið aftur

Tann níggju ára gamli niðurlendski drongurin, sum slapp livandi frá flogvanlukkuni í Libya í gjár, er raknaður við aftur eftir umfatandi skurðviðgerðir á einum sjúkrahúsi í libyska høvuðsstaðnum, Tripoli.

Drongurin hevði brotið beinini í fleiri støðum, men sambært libysku læknunum eydnaðust skurðviðgerðirnar væl.

Amerikanska sjónvarpið og fleiri fjølmiðlar í Niðurlondum siga, at tann níggju ára gamli drongurin eitur Ruben van Assouw og er ættaður úr býnum Tilburg har suðuri í landinum. Sum skilst hevði hann verið á frítíðarferð í Suðurafrika saman við foreldrunum og einum 11 ára gomlum beiggja.

Niðurlendska uttanríkisráðið sigur, at tvey skyldfólk hjá dronginum eru farin til Libya.

104 fólk vóru við libyska flogfarinum, sum sprongdist, júst sum tað skuldi seta seg á flogvøllin við Tripoli tíðliga gjáramorgunin. Bara tann níggju ára gamli Ruben slapp livandi frá vanlukkuni.

58 av teimum, sum doðu, vóru niðurlendskir ríkisborgarar.