Rubek Heinesen (1816-1890) var ættaður vestan úr Vágum. Men hann er kortini doyptur í Havnar Kirkju 17. juni 1816. Hann var soldátur á skansanum miðskeiðis í 19. øld. Hann giftist í Havnar kirkju tann 25. november 1841 við Anna Sofie Joensdatter (1823-1891) úr Havn.
Gamli Rubek var álitismaður hjá gamla Restorff og hevði ábyrgdina av lýsibræðingina hjá honum. Caroline Heinesen, abbadóttir M.C. Restorff, greiðir annars frá tí neyva sambandi sum var millum tey hjá Restorff og øll tey hjá Rubekki. Hetta endurgóvu vit í samband við umrøðuni av Mourits.
Anna og Rubek fingu børnini:
Joen Christian f. 1842, giftist við Petru Malenu Solmunde f. 1839 í Søldafirði. Var sjómaður.
Samuel Frederik f. 1845, giftur við Susanna Winther Petersen (1845-1888) úr Havn
Elsebeth Maria Sofia
(1848-1945)
Amalia Frederikka
(1851-1936)
Heini (1855-1945)
(Christen Jens Christian) Adolf (1859-1947), giftur við Nicolinu Nicolajsen (1859-1941) úr Havn.
Mourits Daniel (1862-1942) giftur við Ellen Cathrine Egholm (1859-1940) úr Hvalvík.
Elieser Christian
(1867-1950), skipari, giftur við Christinu Frederikku Poulsen (1863-1933) úr Havn.
Adolf var framúr arbeiðsmaður
Táið Adolf og Nicolina 25. oktober 1933 høvdu gullbrúdleyp varð skrivað í Sosialinum:
Tey bæði kunnu nú síggja út yvir ein langan og tíðan strævnan arbeiðsdag. Eins og so mangur undan teimum og so mangur aftaná byrjaðu tey nærum á berum steinum. Men røsk, nærløgd og sparsom, sum tey vóru, komu tey, hóast tey fingu ein stóran barnaflokk, skjótt uppundan. Raskur veltingarmaður hevur Adolf verið, og kann hann nú føða tríggjar kýr og eitt ross. Eins og brøðurnir Heini og Mourits hevur hann velt nakað av tí ringastu hagajørð rundan um Havnina og fingið tað til fagrasta bø. Her hevur konan, sum í so mongum øðrum, verið honum ein góður stuðul bæði vár, summar og heyst. Tey hava hesi seinastu árini frá várinum til Mikkjalsmessu búð uppi á trøðni. Har uppi hava tey umframt nøgd av grasi fingið hópin av eplum, rótum, havra og øllum urtum til húsbrúk.
Koyrdi enskar fiskimenn í Skansan
Í sínum ungu døgum fór Adolf til sjós við Frederiksvaag og hevði hann mangan ringan túr við henni, sum tá sigldi líka niður til Spanien við klippfiski. Túrarnir við henni og øðrum skipum kundu í teirri tíðini vera bæði langir og strangir, og fekk hann mein av einum slíkum túri, tað sæst tá hann gongur.
Adolf hevur verið av raskastu og knappastu monnum. Eg minnist sum smádrongur, hvussu hann, sum tá var politistur, tók eingilskar fiskarar, ið gjørdu ófrið og beindi teir umborð, ella tá teir gjørdust ov mikið treiskir, í Skansan.
Timburmaður og snikkari hevur Adolf verið av teimum bestu og havi eg sæð møblar og kurvaarbeiði úr hansara hondum, sum kann standa mál við tað besta av tílíkum arbeiði.
Í politikki hevur Adolf altíð verið ein radikalur frílyntur maður. Tá ið Schrøter breyt seg gjøgnum høgravaldið her, var Adolf ein av teimum stinnastu at styðja hann. Adolf var limur av Framburðsfelag í mong ár, inntil hann við nógvum øðrum meldaði seg út, tá einstakir menn vildu ráða og bera fram mál, sum vóru ov lítið umrødd, og fólkið ikki var nóg búgvið at taka við.
Amalia var eisini bryggjari hjá Restorff
Amalia var ein systir Adolf. Absalon Joensen, prestur, skrivaði um hana:
Der findes vel ikke ret mange Thorshavnere, som ikke har lagt mærke til Amalia Rubeksen. Ikke fordi hun vilde gøre sig bemærket. Det laa saavist langt borte fra hendes Tankeverden. Men hendes Arbejdsiver, der fik hende til flere Gange at gaa frem og tilbage ad den lange Vej til Fisketørringspladsen ved Sanatoriivejen, til trods for hendes 80 Aarige Alder og til trods for hendes krogede Ryg, fik os andre til at standse paa vor Vej og se os tilbage og at sige ved os selv: “Amalia burde have lov til at sidde hjemme i en magelig Stol og hvile sin af Arbejdet forslidte Krop.” Det kunde hun sikket ogsaa have tilladt sig paa sine gamle Dage, hvis ikke Lysten til Arbejdet havde ligget hende i Blodet. At arbejde og ofre sig for andre var hende en Glæde. At gøre alt paa det bedste for sine to døvstumme Søskende, Elspa og Heini, som hun boede sammen med, følte og udførte hun som en moderlig Forpligtelse. Og da hun for et Aars Tid siden sammen med disse Søskende flyttede fra Fædrenehjemmet og Barndomshjemmet ud paa Alderdomshjemmet, fyldtes hendes Sind med den dybeste Vemod. Og de Spor hun sammen med sine to Søskende tilbagelagde efter at have lukket Barndomshjemmets Dør bag sig for sidste Gang, og indtil hun naaede Alderdomshjemmets Dør, der gæstfrit aabnede sig for de 3 uadskillige Søskende som Hjemmets første Beboere, det var de tungeste Spor, hun nogensinde havde traadt.
Men hendes Ansigt lyste altid af Smil og Tilfredshed, naar man traf hende, enten det var i det gamle Barndomshjem eller paa Alderdomshjemmet. Hun var i besiddelse af en vidunderlig stærk Understrøm af sand Livsglæde og Arbejdsglæde, der fulgte hende lige til Graven. Herren glæde hendes Sjæl for evigt.
Gott ummæli av vinkonu
Absalon Joensen hevði samrøðu við Katrinu Mikkelsen, sum segði um Amaliu:
Amalia Rubeksen og jeg er døbt i samme Vand og konfirmeret ved samme Konfirmation af Provst Djurhuus. Det var den sidste Konfirmation han holdt paa Færøerne, og det var den første Konfirmation, der blev holdt i den ombyggede Thorshavn Kirke. Amalie og jeg har altid været gode Veninder. Men hun er meget raskere end jeg. Hun er slet ikke nervøs, skønt hun har arbejdet forfærdeligt meget hele sit Liv, og hun har ganske ofret sig for sine 2 døvstumme Søskende, som hun bor samman med. Disse tre søskendes Alder er sammenlagt 240 Aar. Men Amalia er lige saa munter og frimodig, som hun altid har været, og hun gaar stadigt paa Fiskearbejde, skønt hun er naaet op til 80-Aars alderen.
Rætting
til seinasta part
Tað var ikki Mikk í Dávastovu sum fekk fyrsta fótbóltsskaða í Føroyum. Tað var Mikkjal Pauli Jacobsen, pápi Jákup Suna, kendur sum býráðslimur í Havn
Komandi partur
verður um tey í Smiðjustovu og Georg hjá Mourits Rubeksen og konu hansara Johanna Josefina, sum doyði ung