3. oljuboringin
Møguliga fæst úrslitið av boringini fyrst í næstu viku. Keldur blaðið hevur tosað við vilja vera við, at hald er í søgunum um, at Sovereign Explorer hevur fatur í onkrum áhugaverdum, At man helst hevur funnið gasskondensat og olju. Men spurningurin skal so vera, hvussu stórar nøgdirnar eru. Eisini kann hetta hava nakað at gera við, hvussu møgulig goymsla sær út og háttar sær. Tað er okkurt, sum bendir á, at nógv orka verður løgd í at fáa gjørt tær røttu mátingarnar í holinum og soleingi sum úrslitið av teimum ikki fyriliggur ella ikki er nøktandi tøkniliga sæð, so kann ein endalig útmelding um boringina gerast eitt slag av ?bæði og úrsliti?. Tað er heldur ikki óvanligt, tá tekin eru til fund, at neyðugt er við fleiri kanningum av ymsum slag fyri at svara ymsum spurningum so sum nøgd, trýst, reservoirbygnaður osfr.
Tað skilst, at vit kunnu vænta okkum tíðindi um boringina einaferð fyrst ella mitt í næstu viku.