Ársins ÍtróttaSAMBAND 2019 er Hwarang Taekwondosamband Føroya.
Tað bleiv avdúkað í kvøld til tiltakið "Ársins Ítróttaheiðrar 2019" í Müllers pakkhúsi, sum Ítróttasambandið skipar fyri. Ingunn Eiriksdóttir frá Betri og Regin Dalsgaard frá SMS handaðu heiðurin.
Í grundgevingini varð sagt, at felagið hevur havt dirvi at droyma stórt og nýtt, kann vísa á góð úrslit og tekur heildina við. Víst varð á, at felagið hevur útbúnar dómarar, landsliðsvenjarar og kappast undir føroyskum flaggi um allan heim aftaná bara tvey ár á baki, tí felagið varð stovnað í 2017. Sambandið hevur hildið fyrsta FM, 17 íðkarar hava svarta beltið og samanumtikið havt sera góð úrslit við eitt nú einum norðurlendskum meistara.
- Hetta er heilt fantastiskt, segði umboð fyri felagið, tá hon tók ímóti heiðrinum og vísti á, at Føroyar nú kunnu luttaka í altjóða kappingum.