Nú byrjar Ársins Songrødd 2011. Sangkappingin, sum hevur verið eitt afturvendandi fyribrigdi seinastu mongu árini, skal aftur í ár finna tær bestu røddirnar í landinum.
Fyrireikarar boða frá, at kappingin byrjar 24. September, tá ið Seglloftið á Tvøroyri verður karmur um fyrsta undanumfari í ár.
Síðani verða undanumfør í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, í Dansifrøi í Havn og í Club 700 í Klaksvík. Og 5. November verður finalan í Dansifrøi í Havn.
Ársins Songrødd hevur eina spennandi bakgrund aftanfyri seg. Kappingin hevur eitt nú havt vinnarar sum Guðrun Sólju Jacobsen, Annu Nygaard, Hallur Joensen og mong onnur, sum í dag mynda føroyska tónleikalívið.